FSF: Nú er greitt, hvørjum føroyska e-landsliðið skal spæla ímóti í bólkaspælinum til EM2021. Øll 55 limalondini vóru við í bollanum, tá UEFA í gjár avgreiddi lutakastið, og Føroyar endaðu í bólki F saman við Ísrael, Litava, Belgia, Írlandi og Sveis.
Føroya Tele er høvuðsstuðul hjá e-landsliðnum, sum verður mannað av Tróndi “Molle” Egholm Vørmadal, Hendriki “Hendrico” á Fríðriksmørk og Heðini “Sorgot54” Skov.
Dystirnir í EM undankappingini verða spældir 29. mars og 26. apríl, og endaspælið verður í juli.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo