Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Í dag var fyrsti dystur í landskappingini í kurvabólti fyri kvinnur leiktur. Havnaliðini Hamar og Sporðdrekin møttust, og varð lagt upp til ein spennandi dyst. Bæði liðini hava havt nakrar venjingardystir síðani summar, áðrenn kappingin nú varð skotin ígongd.

Hamar kom best frá byrjan, og tá 1. fjóðringur var liðugur, var støðan 10-6. Bæði liðini vóru sterk í verjuni, og var ringt at bróta ígjøgnum. Í 2. fjórðingi hevði Sporðdrekin funnið stevið og kláraðu tær at vinna seg upp, so hálvleikstøðan var 14-14.

Bæði liðini vóru sera jøvn í 3. fjóðringi, men í 4. fjóðringi riggaði betur hjá Hamar, sum vann dystin 28-23. Toppskjútti hjá Hamar var Bára E. Thorsvig við 10 stigum og hjá Sporðdrekanum var Súsanna Mørk toppskjútti við somuleiðis 10 stigum.

Skipað hevur verið fyri kurvabóltskapping til kvinnur í 4 ár, og hava undanfarin ár bert verið 2 lið – Havnaliðið Hamar og samansetta liðið frá Toftum og Klaksvík, ið nevnist Hávur.

Hamar hevur onkur ár kunna havt 2 lið í kvinnudeildini. Hetta er fyrsta árið, at Sporðdrekin hevur lið í kvinnudeildini. Næsti dystur í kvinnudeildini verður millum Háv og Sporðdrekan.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo