Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Í dag tók Fleyr ímóti ÍF í bólkaspælinum í steypakappingini. Lagt var upp til, at hetta fór at vera ein tættur dystur. Fleyr spældi móti Mjølnir seinaseta vikuskifti, har teir taptu 3 – 2. Ein dystur, sum kundi farið báðar vegir.

Í dag kom ÍF betur frá dystarbyrjan og vunnu teir trygt 1. og 2. settið. Teir vóru neyvari í spælinum og vístu mangan sera góðan og væl skipaðan flogbólt.

3. settið kom heimaliðið, Fleyr, sum hamskift út aftur á vøllin. Teir løgdu seg beinanvegin á odda. Spældu væl og fingu veruliga flogbóltsandan inn á vøllin og stríddust fyri hvørjum bólti. Settið gjørdist undirhaldandi og spennandi. Bædi liðini gjørdu sítt til fyri at vinna. Men tá ið avtornadi, vann Fleyr 26 – 24. Nú gjørdist støðan 2 – 1 til ÍF.

Í 4. settinum legði ÍF seg beinanvegin á odda. Teir funnu stórspælið framaftur, tó vísti Fleyr stríðsanda og teir fyri hvørjum bólti, sum gjørdi, at dysturin alla tíðina var góður og undirhaldandi at hyggja eftir.

ÍF vann 4. settið og vunnu sostatt dystin 3 – 1.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo