Tá hevur liðið leingi í kortunum, at 07 Vestur ynskti at styrkja um hópin við einum áloypara og einum miðvallarleikara. Tann seinni av hesum eru nú fingin uppá pláss, við 24-ára gamla Martin Heiberg, sum flytir úr Raufoss úr OBOS-liguni, næstbestu deildini, í Noregi.
Martin hevði tíðandi leiklut í uppflyting teirra í fjør, og fer at vera okkum góður styrkur komandi kappingarárið.
Dysturin í morgin móti KÍ er útsettur, annars hevði verið møguligt at Erling Myklebust kundi fingið sín fyrsta dyst. Martin verður klárur í komandi viku, eftir sóttarhald.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo