Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Mynd: JN.FO

Mynd: JN.FO

Mynd: JN.FO

Flogbóltssambandið: SÍ greiddi sína skyldu í bólkaspælinum við fyrst at vinna 3-0 á KÍF og síðan 3-1 á Fleyr og er harvið tryggjað pláss í hálvfinaluni sum vinnari av bólki 1.

Seinasti dystur í bólki 1 verður leygardagin kl. 14.00 millum KÍF og Fleyr í Kollafirði. Væntast kann ein spennandi dyst, har liðini hava alt at spæla fyri.

Hyggja vit eftir landskappingini, so hava tað eisini verið tættir dystir millum hesi bæði liðini, har Fleyr tó hevur havt munin við at vinna ávikavist 3-2 og 3-1 í innanhýsis dystunum.

Stigatalvan í landskappingini bendir tó ikki á líka javna kapping, har Fleyr liggur á 2. plássi og KÍF á einum 5. plássi, 8 stig færri enn Fleyr.

Tískil bendir nógv á, at hetta er seinasta útkall hjá KÍF at bjarga kappingarárinum, og fara tær óivað at gera alt fyri at knógva sterka Fleyr-liðnum leygardagin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo