Fyrsta settið - higartil tað mest spennandi settið í hálvfinalunum í dag. Liðini skiftust um at vera á odda í fysta settinum, men móti endanum legði Dráttur seg framum við 4 stigum, men Fleyr-kvinnunar hálaðu spakuliga inn á Drátt, og eitt skifti var støðan 23-21, og onkrar langar duellir vóru. Men Dráttur vann, og seinasti bóltur var eitt servi-ess, og úrslitið á fyrsta settinum gjørdist 25-22.
23-23 í øðrum setti, og so varð skiftst um at vera á odda, eftir eitt væl leikt sett, har bæði liðini vístu sínar dygdir. Høllin kókaði. SÍ ger servufeil við 23-23 og Fleyr kemur á odda! Men gera so sjálvi servifeil, og so tók Dráttur av møguleikanum, og vann seg inn í endaspurtin, og vann settið 27-25 og harvið eina oddastøðu á 2-0 í settum.
Í triðja setti buldraði Fleyr avstað, og kom á odda 8-4 og 13-6, 20-13 og vann settið heili 25-14 – nú varð vent í holuni, og spenningurin øktist móti 4. setti – enn hevði havnaliðið vónirnar.
Og fjórða settið leikaði javnt á. Støðurnar vóru 8-8, 10-8, 12-12, so 14-12 til Drátt. Og liðini fylgdust víðari, 19 - 19.
Men so støðgaði Fleyr upp, og SÍ leikti væl og legði seg á odda 23-19, men Fleyr heintaði inn aftur upp á 22-24, men so gjørdi Dráttur bart og vann settið 25-22 og harvið dystin 3-1.
Dráttur er í finaluni, sum verður í Høllini á Hálsi 27. februar 2021 – mótstøðuliðið verður SÍ - ein rein oyggjauppgerð.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo