FSF: Fyrireikingarnar hjá A-landsliðnum við monnum til komandi HM-undankapping, har Føroyar skulu møta Moldova, Eysturríki, Skottlandi, Ísrael og Danmark, eru so smátt farnar í gongd.
Í døgunum 11. til 14. februar verður skipað fyri venjingarlegu í Havn, og í tí sambandi hava landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, og hjálparvenjarin, Eli Hentze sent boð eftir 23 spælarum.
Talan er um spælarar, ið allir hava sína dagligu gongd í heimligu kappingini. Tíverri eru teir, ið eru sáttmálabundnir við KÍ, ikki tøkir til venjingarleguna hjá landsliðnum.
Hópurin
Tórður Thomsen, NSÍ
Símun Rógvi Hansen, B36
Rói Zachariassen, EB/Streymur
Daniel Johansen, HB
Alex Mellemgaard, B36
Samuel Johansen Chukwudi, HB
Andrias H. Eriksen, B36
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Heðin Hansen, HB
Hørður H. Askham, HB
Bartal Wardum, HB
Heri Hjalt Mohr, HB
Rene Shaki Joensen, HB
Adrian R. Justinussen, HB
Dan í Soylu, HB
Tróndur Jensen, NSÍ
Magnus Holm Jacobsen, B36
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Stefan Radosavljevic, HB
Andreas Lava Olsen, Víkingur
Hilmar Leon Jakobsen, HB
Jákup L. Thomsen, HB
Petur Knudsen, NSÍ
Føroyar spæla fyrsta dystin í komandi HM-undankapping tann 25. mars, á útivølli móti Moldova.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo