- Nú stendur tað upp til mín, um eg taki av tilboðnum ella ikki, sigur Gilli Rólantsson við VP, og tann avgerðin skal takast heilt skjótt.
VP hevði fyrst hoyrt at Gilli Rólantsson skuldi til AEK Athen í Grikkalandi, men Gilli vil ikki siga, hvat lið talan er um.
- Tað er nógv sum støða skal takast til, áðrenn ein sáttmáli verður undirskrivaður, og í tí prosessini eri eg beint nú, men heilt skjótt má ein endalig støða takast, sigur Gilli Rólantsson við VP.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo