Fyrsta settið var ein greiður sigur til SÍ, sum alt settið var greitt á odda, men annaleiðis gekk í øðrum setti, har Mjølnir fylgdi væl við uipp á støðuna 15-15, men so fór SÍ spakuliga frá Mjølni og vann 25-20.
Byrjanin í triðja setti var eisini jøvn, men so vísti SÍ sína styrki og fór nakað fram um og helt avstand til klaksvíksliðið alt settið, sum endaði 25 – 19.
Og sørvingar eru í finaluni, sum verður í Høllini á Hálsi 27. februar 2021.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo