Runavíkar kommuna: Ávísar tekniskar avbjóðingar hava eina tíð verið við ljósstýringunum á fótbólstvøllunum á Skála og í Runavík. Hetta hevur m.a. sæst aftur í, at ljósini hava lýst nógv - eisini tá einki virksemi er á vøllunum.
Ábøtur á stýringarnar eru framdar í seinastu viku. Nýggja app-stýringin fer at lætta munandi um stýringina av ljósinum á vøllunum, og slepst tí væntandi undan óneyðugari ljósdálking.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo