FSF: Leygardagin 20. februar klokkan 13:00 verður árligi aðalfundurin hjá Fótbóltssambandi Føroya hildin á Hotel Hilton í Havn.
Umframt at forsetin hevur sína árligu formansfrágreiðing, skulu roknskapurin og menningarætlanin fyri 2021 til 2025 leggjast fram og góðkennast. Roknskapurin fyri farna árið vísir eitt yvirskot upp á góðar 200.000 krónur.
Harafturat verður val til starvsnevndina eisini á skránni. Tríggir standa fyri vali, og teir eru Fríðin Ziskason, Róin Schrøter og Jákup Martin Joensen. Tá freistin at stilla upp var úti á midnátt mikukvøldið, vóru fimm persónar uppstillaðir.
Fríðin Ziskason og Róin Schrøter eru uppstillaðir aftur, meðan Jákup Martin Joensen, sum hevur verið í farloyvi seinastu tvey árini, hevur boðað frá, at hann stillar ikki upp aftur.
Í staðin verður Odmar Selfoss, ið hevur avloyst Jákup Martin Joensen, millum valevnini, og tað sama verða Rúni Herup Olsen og Kenneth Hovgaard.
Forsetaval verður eisini á komandi aðalfundi, men greitt er, at Christian F. Andreasen, ið hevur røkt sessin síðan 2010, heldur fram við fullum stuðli frá øllum 18 limafeløgunum.
Á aðalfundinum tann 20. februar skal ein limur í aganevndini, ein limur í yvirkærunevndina og tveir eykalimir til starvsnevndini eisini veljast.
Starvsnevndarlimirnir í FSF verða valdir fyri fýra ár í senn.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo