Nú styttist av álvara, til fótbólturin veruliga fer á rull aftur. Leygardagin 6. mars verður sjøtul settur á landskappingina í fremstu deildini hjá monnum, og tann 25. mars verður ársins fyrsti landsdystur spældur.
Í hesum sambandi vóru A-landsliðsvenjararnir og høvuðsvenjararnir hjá liðunum í Betri Deildini hjá monnum mánadagin savnaðir til framløgur og áhugavert prát um spælskipanir og arbeiðshættir.
Endamálið við degnum var at savna og samansjóða venjararnar, sum arbeiða við fremstu spælarunum á manssíðuni, bæði tá talan er um landsliðsfótbólt, og fótbóltin úti í feløgunum kring landið.
Ein av luttakarunum var venjarin hjá EB/Streymi, Jákup Martin Joensen, og sum heild var hann sera væl nøgdur við tiltakið, sum, sambært honum, vónandi verður afturvendandi.
– Eg haldi at allir fingu nógv burtur úr, tí hóast vit dagliga eru mótspælarar, so vóru allir á sama liði hendan dagin. Vit hava allir, hvør í sínum lagi, ymiskar avbjóðingar, og ein tílíkan dag liggur væl fyri at deila royndir og vitan.
– Tað var eisini gevandi at hoyra, hvat landsliðsvenjararnir arbeiða við, og sum heild eigur Fótbóltssamband Føroya rós uppiborið fyri at skipa fyri einum sovorðnum degi, sigur Jákup Martin Joensen við heimasíðuna hjá FSF.
Í fyrstu atløgu er ætlanin at venjaranir hittast aftur fríggjadagin 4. juni, tá Føroyar og Ísland spæla venjingardyst á Tórsvølli.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo