Fimleikasambandið: Í dag, 30. januar, er fyrra steypakappingin í estetiskum fimleiki í høllini á Hálsi í Havn.
13 lið eru tilmeldaði hesa kappingina. Tey eru úr Havnar Fimleikafelag, Fimleikafelganum Ljósinum og Fimleikafelagnum Støkk.
Skráin leygardagin er hendan:
Kl. 13.00 byrjar kappingin fyri pinkur og smágentur.
Kl. 15.00 byrjar kappingin fyri gentur, unglingar og kvinnur.
Vegna korona verður kappingin uttan áskoðarar.
Kappingin verður stroymd umvegis https://kvf.fo/live/2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo