Klaksvíksliðið vísti beinan vegin í fyrsta setti, at teir ætla sær til Havnar um tvær vikur. Fyrsta settið smurdu teir Fleyr-liðið av 25-14.
Gongdin í næsta setti var tann sama – Mjølnir vísti sína styrki, og vann eisini hetta settið stórt við settúrslitinum 25-16.
Men so vendist alt á høvdið í triðja setti. Havnaliðið legði seg á odda 10-7, og kláraði at halda avstand til Mjølnir heilt fram til 24-23, og tað sá út til, at Mjølnir eisini fór at vinna hetta settið við einum sluttspurti, men við einum góðum Fleyrsmassji til seinast, so megnaði Fleyr at vinna 25-23.
Í fjórða setti setti Mjølnir aftur ferðina upp, og legði seg á odda 8-5 og økti síðani til 19-12. Fleyr hálaði seg upp á 16-21. Síðani vóru nakrar góðar duellir móti endanum á settinum - men so setti Mjølnir propp í og vann settið 25-18.
Mjølnir er í finaluni, sum verður í Høllini á Hálsi 27. februar 2021 – mótstøðuliðið verður ÍF.
Sostatt verður lagt upp til eitt brak av eini finalu!
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo