Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Andrass Johansen hevur lagt Føroyar á odda móti Norðurmakedónia - Mynd: Bjarni Enghamar

Andrass Johansen hevur lagt Føroyar á odda móti Norðurmakedónia - Mynd: Bjarni Enghamar

Andrass Johansen hevur lagt Føroyar á odda móti Norðurmakedónia - Mynd: Bjarni Enghamar

FSF: Enn einaferð eydnaðist føroyska U21-landsliðnum at fáa stig í einum EM-undankappingardysti. Dysturin við Djúpumýru í Klaksvík, har norðurmakedónar vóru á vitjan, endaði við javnleiki 1-1, eftir at Føroyar vóru á odda í hálvleikinum.

Tá sjey minuttir vóru spældir fingu Føroyar horna í høgru, sum Stefan Radosavljevic tók sær av. Bólturin varð sendur væl inn fyri, og inni í brotsteiginum var Andrias Edmundsson hægstur, og eftir trunkaspæl fekk Andrass Johansen trýst bóltin seinastu sentimetrarnar inn um málstrikuna.

Føroyska leiðslan helt sær til tíggju minuttir vóru spældir av seinni hálvleiki. Tá eydnaðist Norðurmakedónia at javna. Málskjútti var liðskiparin, Marko Gjorgjievski.

Sum heild var talan um ein javnan dyst, við málmøguleikum til báðar partar. Men fleiri mál komu ikki, og tí fóru liðini av vøllinum við hvør sínum máli og stigi.

Týsdagin í komandi viku skulu føroysku U21-spælararnir á vøllin aftur, tá útidysturin móti Ukraina er á skránni.

Sí fleiri myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo