Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Føroyska U17-liðið, ið byrjaði á vøllinum móti Eysturríki - Mynd: www.FSF.fo

Føroyska U17-liðið, ið byrjaði á vøllinum móti Eysturríki - Mynd: www.FSF.fo

Føroyska U17-liðið, ið byrjaði á vøllinum móti Eysturríki - Mynd: www.FSF.fo

FSF: Eftir at hava tapt stórt í fyrsta dystinum í EM-undankappingini, sum í hesum døgum er í Eysturríki, reistu føroysku U17-dreingirnir seg, tá 2. umfar í kappingini varð spælt leygardagin.

Hesaferð var tað vertslandið, ið var mótstøðuliðið, og úrslitið gjørdist 2-0 til Eysturríki. Beint fyri steðgin fingu eysturríkarar brotsspark, sum varð sett í netið, og tá eitt gott korter var eftir at spæla fekk heimaliðið aftur mál, og vann harvið við tveimum málum móti ongum.

Í hinum dystinum í bólkinum vann Slovenia 1-0 á Kosovo. Úrslitini leygardagin hava við sær, at slovenar eru fremst við fullum stigatali, meðan Kosovo og Eysturríki hava 3 stig í part. Føroyar hava enn fyrsta stigið til góðar.

Seinasta umfar verður spælt týsdagin 12. oktober klokkan 14:30 føroyska tíð. Føroyar spæla móti Kosovo, og í hinum dystinum møtast Slovenia og Eysturríki.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo