Talvsambandið: Í morgin fríggjadagin 10. september byrjar árliga unglingakappingin um norðurlandameistaraheitið fyri einstaklingar í talvi.
Talvsamband Føroya er í ár vertur fyri kappingini, sum verður á Hotel Føroyum. Telvað verður alt vikuskiftið. Tvey umfør eru fríggjadagin, tvey leygardagin og tvey sunnudagin.
Kappingin er skipað í fimm aldursbólkar. Hvørt norðurland - Svøríki, Danmark, Noreg, Ísland, Finnland og Føroyar - hava tvey umboð í hvørjum flokki. Í bólki A telva teir elstu, 19 og 20 ára gamlir, føddir í 2001 og 2002. Í bólki B eru telvararnir 17 og 18 ára gamlir, í bólki C 15 og 16 ára gamlir, í bólki D 13 og 14 ára gamlir, og í bólki E eru telvararnir 11 og 12 ára gamlir. Í øllum bólkum uttan bólki B eru í alt tólv telvarar. Í bólki B telva tíggju og ikki tólv - Noreg hevur einki umboð í hesum bólki.
Føroyar hava ikki altíð havt tvey umboð í hvørjum bólki, men nú kappingin er í Føroyum, er full umboðan.
Føroyska vónin
Eftir styrkitølunum er bara ein av føroysku telvarunum, sum kann hugsast at fara at gera seg galdandi í sínum aldursbólki. 16 ára gamli Luitjen Akselsson Apol úr Havnar Telvingarfelag er styrkismettur nummar tvey í sínum bólki.
Føroysku telvararnir eru hesir:
Bólkur A (19-20 ár)
Janus Skaale, Klaksvíkar Talvfelag
Rógvi Mørkøre, Kollafjarðar Talvfelag
Bólkur B (17-18 ár)
Jón í Horni Nielsen, Sandavágs Talvfelag
Markus Jacobsen, Kollafjarðar Talvfelag
Bólkur C (15-16 ár)
Luitjen A. Apol, Havnar Telvingarfelag
Elias Petersen, Havnar Telvingarfelag
Bólkur D (13-14 ár)
Brestir Samuelsen, Havnar Telvingarfelag
Petur G. Magnussen, Havnar Telvingarfelag
Bólkur E (11-12 ár)
Jamil Emil Jakobsen, Sandavágs Talvfelag
Lukas Páll Wiberg, Sandavágs Talvfelag
Telvað verður sum sagt tvær ferðir hvønn av døgunum. Fyrra umfarið er millum tíggju og tvey, og hitt seinna millum fýra og átta. Fyrstu leikirnir verða tí fluttir fríggjamorgunin klokkan 10.00. Á heimasíðu Talvsambandsins, farochess.com, ber til at fylgja við hvussu leikur fer.
Sterkir telvarar
Tað er greitt, at norðurlond hava sent sínar bestu ungdómstelvarar til Føroyar. Í elsta bólkinum eru tríggir, sum longu hava heitið sum altjóða meistarar. Tríggir hava hægri styrkital enn 2300. Í Føroyum eru bara seks telvarar, sum eru omanfyri 2300.
Sterkasti telvarin í elsta bólkinum, sviin Milton Pantzar, hevur styrkitalið 2423. Í Føroyum er Helgi Dam Ziska tann einasti, sum hevur hægri styrkital enn ungi sviin.
Føroyski stórmeistarin, Helgi Dam Ziska, hevur lagt ungu føroysku telvarunum lag á uppundir kappingina. Sjúrður Thorsteinsson hevur verið honum til hjálpar.
Snartelving mentanarnáttina
Ætlandi skuldi nettupp Luitjen Akselsson Apol telva alment simultan á mentanarnáttini í summar, men alt varð útsett vegna korona. Og nú mentanarnáttin verður, hevur Luitjen forfall sum vera man.
Havnar Telvingarfelag fer tí í staðin at skipa fyri almennari snarkapping á mentanarnáttini fríggjakvøldið 9. september. Øll eru vælkomin. Byrjað verður klokkan 20, og roknað verður við, at liðugt er um tíggjutíðina. Telvað verður í hølum Havnar Telvingarfelags í Finsen.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo