Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

FSF: Sponsku gestirnir gjørdu skjótt av og skoraðu tvey skjót mál fyrstu minuttirnar. Føroysku kvinnurnar fingu sostatt eina harða byrjan upp á dystin, men serliga í seinnu helvt av seinna hálvleiki stóðu allar væl og rætt í verjustøðu, og tá dysturin var hálvrunnin, stóð 0-3 á máltalvuni. 

Meðan hálvleiksstøðan og avrikið í fyrra hálvleiki samanumtikið livdi væl upp til vónirnar, so var eisini greitt, at spaniólar ikki vóru heilt so nøgdar. Eftir steðgin setu tær ferð á málskjótingina, og hóast føroyska liðið stóð ímóti óteljandi innleggum og skotum, so broderaðu gestirnir seg til ein stóran møguleika fyri og annan eftir. Tað gav teimum heili sjey mál í seinna hálvleiki, og sostatt endaði dysturin 0-10 til Spania. 

Sjálvt um úrslitið ikki var so pent, sum føroyska liðið hevði ætlað, so vóru nógv góð ting at taka við til komandi dyst, sum er á útivølli móti Skotlandi týskvøldið. Ein tann størsta gleðin á einum annars vónbrótandi kvøldi hjá landsliðnum var at síggja og hoyra mongu áskoðararnar, sum trúfastir stuðlaðu liðnum allan dystin.

Føroyska liðið spælirr sum nevnt næsta dyst í undankappingini týskvøldið móti Skotlandi á Hamden Park.

Sí fleiri myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo