Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Tórshavnar kommuna: Í eina tíð hava samráðingar verið um yvirtøku av Gundadalshøllini, sum L/F Venjingarhøllin eigur og rekur. Tað er ítróttarfeløgini Kyndil, Neistin og Fleyr sum eiga lutafelagið.

Samráðingarnar millum Tórshavnar Kommunu og nevndirnar í ymisku ítróttarfeløgunum hava gingið væl. Og nú partarnir eru komnir ásamt um, at Tórshavnar Kommuna yvirtekur høllina, varð avtalan undirskrivað í dag.

Avtalan er frammanundan góðkend í Fíggjarnevndini, og savnaði kostnaðurin er 900.000 krónur.

Tórshavnar Býráð fegnast um, at avtala er fingin í lag við ítróttafeløgini. Býráðið hevur í hyggju at útbyggja Gundadalshøllina komandi árini, fyri at økja um hallarkapasitetin í Gundadali.

Tórshavnar Kommuna vil skapa góðar og tryggar karmar fyri ítróttin, og framtíðartryggja, at fleirtáttað nýtsla kann fáast burturúr hølunum.

Málið bleiv endaliga viðtikið, á Býráðsfundinum í seinastu viku, og í dag bleiv so avtalan undirskrivað í Gundadalshøllini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo