![Go d mynd fc hoyvi k](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/b/1/csm_go-d-mynd-fc-hoyvi-k_fd36a62cfd.jpg)
Á myndini síggjast: Janus M. Joensen, nevndarlimur, Annfinn Brekkstein, formaður í mentamálanevndini og varaborgarstjóri, Johnny Durhuus, nevndarlimur í FC Hoyvík, Heðin Mortensen, borgarstjóri, Svanhilda Lervig, forkvinna í FC Hoyvík, Ragnar Mouritsen, nevndarlimur í FC Hoyvík

Í gjár gjørdu Tórshavnar kommuna og fótbóltsfelagið FC Hoyvík avtalu um, at Tórshavnar kommuna pr. 1. oktober 2021 yvirtekur sonevnda FRAM-húsið á Gundadalsvegnum 8.
Fyri fýra árum síðani flutti FC Hoyvík sítt virksemi til Hoyvíkar, og hava tey nú Hoyvíksvøll sum heimavøll.
Í løtuni verður gjørd klár ein fyribils lon við Hoyvíksvøll, ið verður tikin í nýtslu í heyst. Hendan hevur nakrar grundleggjandi hentleikar.
Í ætlanini liggur eisini at Tórshavnar kommuna innan 2024 fer undir gerð av einum framtíðar ítróttahúsi á vestursíðuni á Hoyvíksvølli.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo