Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Niels Áki Mørk vann í gjár Danmarksmeistarastevnuna í veklyfting fyri juniorar. Hann vann bæði gull í 67 kilo vektklassanum og kappingina um sinclair-stig, har ið úrslitini í øllum vektklassunum verða roknað saman í ein bólk.

Ungi havnarmaðurin var einsamallur í sínum vektklassa, so tað gullið var rímiliga trygt, tí hann skuldi fyrst og fremst tryggja sær, at eitt góðkent lyft í hvørjari av teimum báðum greinunum, trekk og stoyt.

Men harumframt fór hann eftir at lyfta upp til sítt besta og setti tá bæði føroyskt og persónligt met í trekk, stoyt og samanlagt. Vinnaralyftini hjá Niels Áka vóru 85 kilo í trekk og 105 kilo í stoyt. Samanlagt 190 kilo.

Fyri tveimum vikum síðani luttók 19 ára gamli nýkosni junior danmarksmeistarin, sum eisini er junior komandi ár, saman við seks øðrum føroyingum í senior DM. Tá vann hann eitt silvurheiðursmerki.

Niels Áki kappast í Danmark fyri danska felagið AK Atlas, men býr og venur í Føroyum, har hann er partur af Styrkifelagi Føroya, ið er landsdekkandi felag fyri fleiri styrkiítróttir.

Frank Petersen, venjari í AK Atlas og hjá danska kvinnulandsliðnum, venur føroyingarnar.  

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo