Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Men støddfrøðin argar framvegis. Tí vóru ongar rakettir sendar upp í Klaksvík í kvøld.

Men at KÍ vinnur FM 2021 er als eingin ivi um.

Oddaliðið í Klaksvík hevði frí í dag. Víkingur er á øðrum plássi.

Skal FM heitið gleppa KÍ av hondum skal liðið tapa allar sínar seinastu dystirnar og samstundis skal Víkingur vinna allar sínar dystir.

Tá enda bæði liðini á 65 stigum og málmunurin verður avgerandi.

Undan umfarinum í dag hevði KÍ 65 stig og málmunin +85.

Víkingur hevði 53 stig og málmunin + 31.

KÍ var sostatt 54 mál frammanfyri Víking.

Bæði liðini høvdu fýra dystir eftir at leika.

54 mál yvir átta dystir er 6,75 mál pr dyst. Tvs at um Víkingur hevði vunnið sínar fýra dystir við 6 málum pr dyst og KÍ hevði tapt sínar fýra dystir við 6 málum pr dyst, so var KÍ framvegis FM vinnari.

Víkingur vann í dag “bert” 3-1 á EB/Streymi.

Málmunurin frá KÍ til Víking tódnaði sostatt úr 54 til 52 mál.

Men hesin málmunur skal nú innheintast í sjey og ikki átta dysum.

52 býtt við 7 gevur 7,42.

Nú er tað sostatt ikki nóg mikið at KÍ tapir sínar dystir við sjey málum pr dyst og Víkingur vinnur sínar dystir vid sjey málum pr dyst.

KÍ er framvegis føroyameistari.

KÍ hevur annars ongan dyst tapt í landskappingini í ár.

Rakettirnar bíða enn eftir støddfrøðini, men at KÍ vinnur FM 2021 er als eingin ivi um.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo