Havnin var karmur um FM í Býarsúkklingini 2021. Kappast var í hjartanum í Havnini, og súkklað var eftir Áarvegnum, niðan á Tinghúsvegin, oman eftir Sverrisgøtu, eftir Tórsgøtu, niðan eftir Mylnugøtu, eftir Húsabrúgv, og so oman eftir Bringsnagøtu, og aftur niðan Áaravegin.
Málið var á Vaglinum, við Kioskina hjá Astu.
Vegna tað at sólin nú fer niður klokkan 19, og kappingin byrjaði klokkan 19, so byrjaði at skýma stutt eftir at kappingin var byrjað. SST og kappingartoymið avgjørdi tí, at súkklast skuldi í 30 minuttir, ístaðin fyri í 45 minuttir, sum ætlanin var.
Tá hálvur tími var farin ringdi ein klokka, og so var farið út á síðsta umfar.
Helgi Winther Olsen er okkara sterkasti súkklari, og fáur ivaðist tí í, at tað var hann, ið fór at standa ovast á sigurspallinum tá avtornaði.
Soleiðis bleiv, og longu frá kappingarbyrjan legði Helgi seg á odda. Hann streyk avstað, beint sum kappingin var byrjað.
Hann er væl fyri, og tekniskt er hann eisini góður á súkklu, og tí gekk væl og gott hjá honum at súkkla gjøgnum smølu gøturnar og um nógvu svingini á rutuni. Jákup Petur Eliassen, Hilmar Hansen og Gunnar Dahl-Olsen súkklaðu tað teir vóru mentir og royndu at elta Helga. Hesir royndu saman at koyra Helga inn aftur, men Helgi setti ferðina upp, og so var tað bara Jákup Petur sum megnaði at halda Helga í skák. Hilmar og Gunnar mistu Jákup Petur, og løtu seinni misti Hilmar bakhjólið hjá Gunnar.
GULL OG ENDASPURTUR
Klokkan ringdi og Helgi fór út á síðsta umfar. Tá Helgi er áraka Gamla Apotek, fer Jákup Petur niðan eftir Húsabrúgv. Í hølunum á honum liggur Gunnar, sum nú hevði fingið Jákup Petur aftur. Helgi koyrur ein tryggan sigur heim, men tað styttist millum Jákup Petur og Gunnar. Spenningurin økist, tá teir fara næstan lið um lið oman eftir Bringsnagøtu. Jákup Petur opnar spurtin fyrst, men beint áðrenn báðir fara um mállinjuna fær Gunnar forhjólið framum, og tryggjar sær harvið silvurið.
SST hevur í ár skipað fyri trimum FM kappingum á vegnum. Helgi vann ein spennandi Einkultstart, tá hann vann við bara fýra sekundum á Dáva Magnussen. Hvørki Dávur ella Jákup Petur Eliassen luttóku, tá FM í Vegasúkkling var á Sandoynni, og Helgi vann sítt næsta gullmerki. Í gjár vann hann Býarsúkklingina, og harvið tríðja FM heitið í ár.
GÓÐ UNDIRTØKA
Undirtøkan var sum sagt góð, og kappast varð um trý FM heiti í gjár. Opin bólkur, Kvinnur og U23.
Maria S. Hansen er byrjað aftur at súkkla, eftir ein steðg eftir Oyggjaleikirnar á Gibraltar. Væl hevur gingist í ár, og tað er blivið til fleiri heiðursmerki hetta kappingarárið. Hon hevði onga kvinnu at kappast við í gjár, men hon stóð seg væl millum menninar, og gjørdist FM vinnari hjá kvinnum 2021.
Hjá U23 vóru tað tveir kallar, ið kappaðust um FM heitið. Niklas Hallgren Niclassen og Bjørn Sjúrður Patursson. Niklas er byrjaður at súkkla i ár, og luttók hann bæði í Føroyaleikum og í FM í vegasúkkling.
Tað var fyrstu ferð Bjørn Sjúrður Patursson luttók í súkklukapping. Hesir báðir kappaðust og var tað Niklas, ið kom fyrstur á mál og tí gjørdist FM vinnari í U23 hjá monnum í 2021.
Hesin teinur er royndur áður, og hvørja ferð hevur kappingin verið líka intens og spennandi – Býarsúkklingin er allarhelst tann mest intensa av kappingargreinunum í vegasúkklingini. Kappingartíðin er stutt, ferðin høg og ofta eru teinarnir avbjóðandi við svingum og forðingum”,
segði Helgi W. Olsen, ið er mennari hjá SST. Helgi leggur aftrat, at SST hevur ætlanir um, at fleiri kappingar av hesum slag verða fyriskipaðar í framtíðini. Hetta mennir súkklaran tekniskt og sjálvandi fysiskt, og so er hetta altíð ein grein kappast verður um á Oyggjaleikum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo