Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Britt Michelsen úr TBF vann B-bólkin

Britt Michelsen úr TBF vann B-bólkin

Britt Michelsen úr TBF vann B-bólkin

Kappingarárið 2021/2022 í føroyskum borðtennis fór av bakkastokki sunnudagin 3. oktober, tá ið kappast varð í høllini í Trongisvági. Hetta var fyrsta Grand Prix-umfar út av tilsamans seks, sum verða spæld fram til í mars næsta ár.

Í A-bólkinum endaði tað við einari bólkafinalu ímillum Fróða F. Jensen og Pætur Albinus úr Tór. Hetta var sostatt ein endurtøka av FM-finaluni í apríl, tá ið Fróði vann, men hesaferð fekk Pætur sína hevnd, og við 3-2-sigri á Fróða vann hann A-bólkin.

Nummar trý í A-bólkinum bleiv 14 ára gamla Marin Elisabet Poulsen, sum er verandi føroyameistari hjá kvinnum. Hetta er besta úrslit hennara í Grand Prix-samanhangi higartil.

Britt Michelsen úr TBF gjørdi bart í B-bólkinum og vann hann sannførandi við fýra sigrum út av fýra møguligum. Lív Øster (TBF), sum nýliga er byrjað at spæla aftur eftir fleiri ára steðg, gjørdist nummar tvey. Tær báðar flyta tískil upp í A-bólkin til næstu kapping.

C-bólkin var tað ein nýggjur maður, sum vann – nevniliga Teitur Albinus. Hann vann eitt nú sínum egna soni, Rasmusi Teitssyni í Skorini. Rasmus bleiv nummar trý. Nummar tvey bleiv Hans Jacob Petersen úr TBF, og flytur hann tískil upp saman við Teiti.

Í D-bólkinum vóru tað Símun Restorff og Hóri Birnason Hansen, báðir úr Tór, sum blivu nummar eitt og tvey, og í E-bólkinum vóru tað Rói Poulsen og Líggjas Rafael Reynstind, eisini teir báðir úr Tór, sum tryggjaðu sær tey bæði fremstu plássini.

Næsta Grand Prix-kapping verður í Havn 13. november. Tá er eisini ætlanin at hava eina masters-kapping fyri fyrrverandi leikarum.

1. umfar - úrslit

Bólkur A
1. Pætur Albinus (Tór)
2. Fróði F. Jensen (Tór)
3. Marin Elisabet Poulsen (TBF)
4. Ári F. Jensen (Tór)
5. Vagnur K. Nolsøe (TBF)

Bólkur B
1. Britt Michelsen (TBF)
2. Lív Øster (TBF)
3. Anja Wongwai (TBF)
4. Hjalgrím F. Højgaard (TBF)
5. Gunnar Vang Niclasen (Tór)

Bólkur C
1. Teitur Albinus
2. Hans Jacob Petersen
3. Rasmus Teitsson í Skorini
4. Poul Knút Poulsen
5. Ólavur Hammer

Bólkur D
1. Símun Restorff (Tór)
2. Hóri Birnason Hansen (Tór)
3. Tummas Wilhelm (Tór)
4. Hadassa Christiansen (Tór)
5. Kristina Nónstein (Tór)

Bólkur E
1. Rói Poulsen (Tór)
2. Líggjas Rafael Reynstind (Tór)
3. Harry Øster (TBF)
4. Finnur Stórhamar (TBF)
5. Óðin Jákupsson (TBF)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo