Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum í seinna venjingardystinum móti Gibraltar - Mynd: www.FSF.fo

Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum í seinna venjingardystinum móti Gibraltar - Mynd: www.FSF.fo

Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum í seinna venjingardystinum móti Gibraltar - Mynd: www.FSF.fo

FSF: – Spælararnir hava ikki spælt altjóða dystir í næstan tvey ár, og tí var tað sera kærkomið at fáa hesar venjingardystirnar. Tað var eyðsýnt, at liðið hevði brúk fyri hesum dystunum, og tað kendist gott at koma í gongd aftur við at spæla landsdystir.

Soleiðis sigur Eyðun Klakstein, høvuðsvenjari hjá U17-landsliðnum við dreingjum, sum í farnu viku var í Gibraltar, har liðið spældi tveir venjingardystir.

Úrtøkan gjørdist ein javnleikur og eitt tap. Í fyrra dystinum vunnu heimadreingirnir 2-1. Føroyska málið skoraði Suni Herman Petersen. Í seinna dystinum gekk betri, og úrslitið bleiv javnleikur 2-2. Málskjúttar hjá Føroyum vóru Hanus Højgaard og Marius Allansson.

– Vit spældu tveir javnar og góðar venjingardystir, har allir í hópinum fingu høvi at royna seg. Næstu vikurnar halda vit fram við fyrireikingini til eina spennandi og krevjandi kapping í Eysturríki, sigur Eyðun Klakstein við heimasíðuna hjá FSF.

Venjingardystirnir móti Gibraltar vóru partur av fyrireikingunum til EM-undankappingina, sum verður í Eysturríki í døgunum 4. til 13. oktober. Umframt vertslandið og Føroyar, eru Slovenia og Kosovo eisini í bólkinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo