Fyrsta av fýra Grand Prix kappingum í inniróðri hevur verið í Sørvági í dag.
Gott 60 luttakarar róðu í 23 bólkum.
Úrslitini frá kappingini síggjast her: https://innirodur.rsf.fo/urslit/
Næsta kapping verður í Runavík, leygardagin 6. novembur. Freistin at melda til næstu kapping er mánadagin 1. november kl. 23.59
Róðrarsambandið gleðist um góðu undirtøkuna, serliga frá yngru luttakarunum, verður sagt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo