Vinnuhúsið: - Bygging skal veita meirvirði til samfelagið. Hetta meirvirðið hongur óloysandi saman við góða arkitekturinum, sigur Heidi Poulsen, arkitektur. Hon mælir til at vera varin við heildarveitingum
- Spyrt tú meg, um onkrar útbjóðingar eru betri fyri arkitekturin enn aðrar, er stutta svarið ja. Í ymisku fakarbeiðstøkuútbjóðingunum verður verkætlanin ment og projekterað liðugt, áðrenn hon verður boðin út. Hendan leistin dámar okkum best. Arkitektar og verkfrøðingar gera tað, tey eru best til. Arbeiðstakarin byggir, og tað er eisini tað, hann dugir best.
Tað sigur Heidi Poulsen, stjóri fyri MAP Arkitektar.
Spurningurin um besta útbjóðingarhátt veldst um stødd og kompleksitet á verkætlanini, sigur hon.
Men eg havi hug at siga, at ikki allar útbjóðingar eru gagnligar fyri arkitekturin.
Les alla samrøðuna við Heidi Poulsen, arkitekt, í nýggjasta Ráðgevarablaðnum
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo