Føroya Bjór hevur nú fingið sína nýggju washstill undir tak. Byggingin hevur verið nógv seinkað í vetur, men nú er klárt at montera.
Washstillin er uppá 6000 litrar, og ferfaldar framleiðsluorkuna. Tann fyrra sum kom í 2016 er frá sama framleiðara.
- Whisky framleiðslan hevur gingið sera væl, nærum alt verður selt so hvørt, og hevur fingið sera gott ummæli, eisini frá útlendskum serkønum, sigur Føroya Bjór.
“Your are out-Scottishing the Scots,” segði ein kendur ummælari.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo