Smyril Line ger íløgur í útbúna at basa eldi í el-bilum, heldur enn at banna el-bilum umborð á Norrønu, sigur stjórin í Smyril Line, Jens Meinhard Rasmussen.
Í Noreg hevur reiðaríið Havila gjørt av, at ferjurnar ikki taka el-bilar umborð á leiðini frá Bergen til Kirkenes.
Felagið, ið eigur Havila, eigur eisini í Smyril Line, skrivar KVF.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo