Hagstovan: Gistinæturnar á føroysku gistingarhúsunum settu met í 2022, tá tær vóru knapt 230.000 í tali. Nýtslustigið var hinvegin minni enn í 2019.
Hóast lakari heyst og vetur enn í 2019 settu gistingarnar met í 2022.
Mánaðirnir frá januar til august settu allir met.
Gistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista.
Vøksturin er í Tórshavnarøkinum
Slakar 204.000 gistingar vóru á gistingarhúsunum í Tórshavnarøkinum í 2022.
Tað er nærum ein tvífalding samanborið við 2019, ið var besta árið.
Sama bjarta gongd sæst tó ikki aftur á gistingarhúsunum uttan fyri Tórshavnarøkið, har gistinæturnar vóru góðar 25.000. Tað er væl hægri enn í 2020, men framvegis undir stignum undan koronufarsóttini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo