Hagstovan: Brúkaraprístalið er vaksið 10,1% seinasta árið. Prísirnir á flestu vøru- og tænastubólkum eru hækkaðir, men tað eru framvegis prísirnir á matvørum og brennievni til at hita býli, ið eru størsta orsøkin til prísvøksturin.
Brúkaraprístalið vísir prísgongdina á vørum og tænastum, sum eru partur av nýtsluni hjá húsarhaldunum í Føroyum. Nýggjasta uppgerðin er fyri november mánað 2022.
Príshækking rakt allar høvuðsbólkarnar
Brúkaraprístalið er yvirskipað sett saman av 12 vøru- og tænastubólkum. Prísvøkstur er í øllum høvuðsbólkum í 2022. Árligi vøksturin í brúkaraprístalinum á 10,1% er størsti vøkstur í brúkaraprístalinum í 40 ár. Árligi vøksturin í august var 8,8%.
Prísirnir á mati og drykkjuvørum hækkaðir góð 13%
Matur og drykkjuvørur telja mest í samlaðu nýtsluni hjá einum miðal føroyskum húsarhaldi. Prísvøksturin á mati og drykkjuvørum á 13,3% hevur havt størst ávirkan á brúkaraprístalið seinasta árið. Tað er ein vøkstur á næstan fýra prosent síðani uppgerðina av prístalinum í august í 2022.
Verður hugt nærri at, hvørjar mat- og drykkjuvørur, ið serliga hava verið fyri prísvøkstri í 2022, sæst, at prísirnir á oljum og fitievnum, sum smør og margarin, eru hækkaðir við 30%. Kjøt er vorðið 17% dýrari hjá húsarhaldunum at keypa. Afturat hesum vørum er eisini stórur prísvøkstur at síggja á kornvørum og breyði umframt mjólkarvørum. Kaffi, te og kakao er dýrkað sløk 20%.
Allir matvørubólkar eru vorðnir dýrari seinasta árið, men prísirnir á sukri og góðgæti eru bert hækkaðir 5%, sum er ein munandi lakari príshækkan. Seinasta árið hevur tað sostatt verið minni dýrt hjá húsarhaldinum at keypa sær góðgæti og sodavatn í mun til aðrar matvørur.
Brennievni at hita býli størstan árligan prísvøkstur
Prísirnir á nýtsluni hjá húsarhaldunum til býli eru hækkaðir góð 18% frá november 2021 til november 2022. Prísvøksturin var tó størri í uppgerðini í mai 2022. Tað er serliga húsaleigan og brennievni til at hita býli, ið ávirka vøru- og tænastubólkin 'býli'. Stóru príshækkingarnar á brenniolju, sum byrjaðu í 2021, ávirka framvegis prísgongdina.
Í uppgerðini fyri november sæst, at tað er vorðið dýrari at læna pening til húsalán. Tað er fyrstu ferð í meira enn tíggju ár, at vísitalið fyri rentuútreiðslur veksur. Prísurin á streymi hevur verið óbroyttur seinasta árið.
Prísgongdin í Føroyum líkist gongdini í øðrum londum
Í november var árligi prísvøksturin í Danmark 8,9% og nakað lakari enn prísvøksturin í Føroyum. Prísvøksturin í Íslandi og Finnlandi var ávikavist 9,3% og 9,1%. Prísvøksturin í Svøríki og fyri ES-londini var nakað størri ávikavíst 11,5% og 11,1%. Í hesi samanberingini skal hædd takast fyri, at brúkaraprístalið fyri ES-londini er gjørt við støði í evropeiska harmoniseraða brúkaraindeksinum HICP, sum merkir, at prísbroytingar fyri húsaleigu ikki eru við. Noreg hevði ein prísvøkstur á 6,5%, sum er nakað minni enn hjá hinum Norðurlondunum og Evropa annars.
Brúkaraprístalið í Føroyum vaks frá august til november í 2022 1,9% samanborið við 1,7% frá mai til august. Í Danmark, Noregi og Íslandi var vøksturin í brúkaraprístalinum hinvegin størri frá mai til august 2022 enn frá august til november 2022.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo