Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

- Umhugsið at brúka brúnna heldur enn tunnilin, sigur Michael Koba, stjóri og eigari av fyritøkuni Justdrive.fo við kundarnar, nú prísurin at koyra ígjøgnum Eysturoyartunnilin er tvífaldaður fyri leigubilar.

Michael Koba hevur um 80 leigubilar í síni fyritøku. Um 10 fyritøkur leiga bilar út í Føroyum, og talan er tilsamans um einar 1200 útleigubilar. Og tað er fyri at fáa ein størri umsetning frá júst leigubilum og útlendskum ferðafólki, sum vanliga brúka hesar bilarnar, at tunnilsfelagið nú setir prísin at koyra ígjøgnum Eysturoyartunnilin upp. Somu prísir verða galdandi í Sandoyartunlinum, tá hann letur upp.

- Tað hevur verið tosað um at leggja aðrar prísir á útlendsk ferðafólk. Tað er tað, vit gera við hesi prísbroytingini, tí vit hava varhugan av, at fleiri turistar taka ein túr gjøgnum Eysturoyartunnilin fyri at uppliva listaverkið í rundkoyringini, sigur Teitur Samuelsen við Portalin.

Men Michael Koba og aðrir bilaútleigarar eru alt annað enn fegnir. Bilaútleigararnir fara at hittast á fundi í kvøld at tosa um støðuna, og hvat teir skulu gera.

- Ein møguleiki er, at vit seta okkara prísir upp fyri at koyra ígjøgnum tunlarnar uppaftur nógv longur upp, og harvið gera, at kundarnir velja hesar tunlarnar frá. Tað gera vit, tí vit halda at hetta er so langt úti, sigur Michael Koba við VP.

Hann heldur, tiltakið frá tunnilsfelagnum virkar lítið umhugsað. Ikki minst tí tað rakar eisini føroyingar í leigubilum.

- Og hvat sigur ferðavinnan í Sandoynni til, at turistar helst fara at velja oynna frá, tí tað er so dýrt at koyra hartil, spyr Michael Koba og undrast yvir, at hvørki vinna ella politikarar úr oynni hava gjørt vart við seg.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo