Pf. Regn hevur á tvingsilssølu fyrrapartin keypt línuskipið Borðoyarnes, men ætlanin er ikki at brúka skipið til fiskiskap.
Pf. Regn er gamalt felag á Toftum, sum eisini eigur línuskipini Stapan og Jógvan I.
Línuskipið Borðoyarnes er bygt á Skála skipasmiðju í 1963. Skipið hevur áður itið Strandingur og Vesturhavið.
Síðstu árini hevur smápartafelagið Deep C Fishing í Klaksvík átt skipið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo