Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Tað hava verið fleiri óváttaðar søgur um Okkara í pressuni seinastu dagarnar. 

Vit hava hesa frágreiðing:

Í juni 2020 keyptu vit bryggjaríið Okkara og hildu, at vit kundu fáa virkið, sum hevði givið undirskot í meira enn 10 ár, at mala runt.

Í desember 2022 fingu vit ein óheftan ráðgeva at hyggja eftir roknskapartølunum, og hann segði "stong beint nú".

Nú í januar søgdu vit nevndina og teimum 5 starvsfólkunum í føstum starvi upp. 2 av teimum leiðandi starvsfólkunum hava langa uppsagnartíð og hava játtað at koyra virkið víðari fyribils.

Allir tangar eru fullir, og tað væl umtókta Várbryggið er skjótt klárt. Tað merkir, at fyribils er tað "business as usual", og Okkara-vørur eru at fáa í Rúsuni og á vanligu støðunum.

Vit meta, at "brandið" Okkara er vert at varðveita, men tað verður neyðugt í framtíðini at tillaga framleiðsluna.

Atli Mikkelsen & Einar Waag

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo