Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Úrslitið hjá BankNordik fyri árið í ár fer at liggja onkustaðni í spenninum frá 190-220 milliónir krónur. Tað svarar til eina renting av eginpeninginum uppá 10,5 - 12 prosent. Avseting til tap uppá umleið 40 mió kr er við í tølunum.

Tað hevur bankin boðað frá í boðum til keypsskálan í morgun.

Hækkandi renturnar gera, at bankin væntar renting av eginpeninginum uppá 10 - 12 prosent eisini í 2024, og kostnaðarstøðið í mun til inntøkurnar er lækkað úr 53% til 55%. Samstundis verður boðað frá, at vinningsbýtið verður hækkað úr 50% til 70% av úrslitinum.

Bankin væntar, at endaliga úrslitið fyri 2022 fer at liggja ímillum 160-170 mió kr og ikki ímillum 160 og 190 mió sum áður fráboðað.

Bankin kunngerð ársfrágreiðingina fyri 2022 tann 24. februar, og tá verða útlitini nágreinað, sigur bankin í fráboðanini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo