Í dag er móttøka í sambandi við, at Faer Isles Distillery byrjar whisky-framleiðslu við síni nýggju, stóru distillarí-útgerð í Vestmanna.
Faer Isles Distillery hevur farna árið framleitt akvavitt, ginn og vodka. Ímeðan hevur felagið arbeitt við at seta upp nýggja whisky framleiðsluútgerð, herundir tveir koparketlar á ávikavist 5000L og 3600L.
Orsakað av koronu og kríggi kom útgerðin til landið 10 mánaðar seinkað, men arbeitt hevur verið av grimd farna hálvárið at seta útgerðina upp, leggja streym og gera rørføringar. Nú er klárt at byrja vinnuliga framleiðslu av whisky, sum ætlandi verður ein stór útflutningsvøra fyri landið.
Samstundis er bygd ein nýggj barr og móttøka, sum skal brúkast til taka ímóti vitjandi og víðka um tilboðið í økinum til ferðafólk og føroyingar sum heild.
Myndir: Ólavur Frederiksen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo