Hagstovan: Góður helmingur av kømrunum á føroysku gistingarhúsunum vóru brúkt í fjør. Tað er eitt lægri nýtslustig enn í 2019, tá tað var hægst. Tá vóru knøpp 60% av kømrunum brúkt.
Síðani 2019 eru tvey størri gistingarhús latin upp og onnur eru útbygd.
Gista serliga í samband við frítíðarferðir
Tað eru serliga fólk, ið eru á frítíðarferð, sum vitja gistingarhúsini. Í fjør vóru tað 70% av innskrivaðu fólkunum, sum vóru á frítíðarferð, meðan 30% vóru á starvsferð. Í 2019 og 2020 var býtið ávíkavist góð 60% frítíðarferð og 40% starvsferð.
Í fjør vóru innskrivingarnar í samband við frítíðarferðir góðar 66.000 í tali. Hetta er met.
Talið av starvsferðum vaks eisini í 2022 í mun til árið fyri. Tó resta knapt 1.500 innskrivingar fyri at røkka upp á stigið, sum tað var í 2019, tá tað var hægst við gott 30.100.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo