FaroeDive: Í verjusemjuni frá 2018 samtykti danska Fólkatingið, at steingja 135 ára gamla kavaraskúlan á Hólmanum í Keypmannahavn.
Tá hesin siðbundni skúlin í Keypmannahavn stongdi, gjørdist vinnukavaraskúlin í Føroyum tann einasti av sínum slag í danska ríkinum.
Áhugin hjá dønum og øðrum, at útbúgva og eftirútbúgva seg innan vinnukaving heima í Føroyum hevur verið vaksandi, serliga síðani kavaraskúlin í Keypmannahavn stongdi.
Tað verður alsamt arbeitt við at menna føroysku vinnukavaraútbúgvingarnar, soleiðis at møguleiki verður fyri at avgreiða enn fleiri altjóða viðurkendar útbúgvingar innan vinnukaving í Føroyum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo