Tað mundu vera eini 300 vaksin og børn, sum vóru á Flogvøllinum í kvøld fyri at taka ímóti Ronaldo, men tey allar flestu máttu standa uttanfyri hegnið.
Ikki bara vágafólk høvdu leitað sær á flogvøllin at síggja heimsins størstu fótbóltsstjørnu, men eisini familjur og børn aðrastaðnis frá, millum annað ein familju úr Hvannasundi.
Fleiri sum VP hevur tosað við, siga, at tað var sera illa fyriskipað á flogvøllinum í kvøld, og sum myndirnar eisini vísa, so runnu børnini aftur og fram úr einum enda í annan, fyri at sleppa at síggja Ronaldo.
Eina løtu vøru so nógv børn í portrinum, har sum bussurin skuldi koma út, at tað fekst ikki upp.
- Øllum kaosinum hevði sloppist undan, um Vága Floghavn hevði verið fyrireikað til hesa stóru vitjan, sigur ein sum var á vøllinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo