Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Hesa komandi vikuna vitjar íslendski barnabókarithøvundurin og teknari Þórarinn Leifssonn í Føroyum, har hann fer at fortelja um sín sermerkta skaldskap fyri skúlabørnum í Vestmanna, Kvívík, Sørvági og Giljanesi.

Tað er Norrøna Felagið, sum hevur fingið vitjanina í lag umvegis eina skipan undir Norðurlendska Ráðharraráðnum, kallað Nordisk Forfatterbesøk. Endamálið er at fáa rithøvundar at vitja skúlar í grannalondum fyri at geva børnunum betri kunnleika til norðurlendsku grannamálini.

Í 2015 vitjaði norska Aina Basso í somu ørindum, og tá vóru tað skúlarnir í Fuglafirði, Runavík og við Streymin, sum fingu vitjan.

Ráðharraráðið leggur dent á, at tað eru rithøvundar, ið eru ella hava verið í uppskoti til norðurlendska bókmentavirðisløn, sum verða bodnir á vitjan.

Þórarinn Leifsson var í fjør í uppskoti til at vinna virðisløn Norðurlandaráðsins fyri barna- og ungdómsbókmentir fyri bókina ”Maðurinn sem hataði börn”. Søgan um mannin, ið hatar børn, er ikki komin út á føroyskum enn, men tað eru tvær aðrar av bókum hansara.

Bókadeild Føroya Lærarafelags gav í 2011 út bókina ”Loyndarmálið hjá pápa” í týðing Tóru Tóroddsdóttur og í 2014 ”Dreygasøgan hjá lítla Pálli” í týðing Hjørdisar Heindriksdóttur.

Bókin um loyndarmálið hjá pápanum vakti stóran ans, tá hon kom út. Eitt nú, tí evnið er óvanligt. Bókin er um ein pápa, sum er mannátari. Ein ógviliga øðrvísi søga, teknað og fortald til børn. Men Þórarinn er eisini ein óvanligur maður, eitt nú hevur hann livað sum gøtuteknari í ymsum býum suðuri í Evropa. Nú livir hann av sínum skaldskapi og av at siga søgur sínar fyri børnum, bæði í Norðurlondum og í Berlin, har hann býr ein stóran part av árinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo