Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Trýst á myndina og hon verður størri

Trýst á myndina og hon verður størri

Býráðið í Vága Kommunu, hevur í tólvta tíma í hesi setu, sett í skrá og samtykt at fara undur vetrarfriðing fyri bygdirnar Vatnsoyrar, Miðvág og Sandavág.

Tað var eisini væntandi, tí valskráin hjá Nýgga Lista hevur hetta sum eitt hjartamál. Síðan Nýggi Listi og valevni tess hava víst á ymiskt, sum eigur at betrast um í kommununi, hevur umstingin og ovasti leiðari fyri umsitingina, nevnliga borgarstjórin, arbeitt í takt við valskránna hjá Nýgga Lista. Og nú er býðráðið eisini fari at semjast um okkara valskrá, so tað er hugaligt.

Tað eru settar av 100.000 krónur til at endaliga vetrarfriða Vatnsoyrar fyri seyð. Hetta høvdu vit á Nýgga Lista longu umrøtt, og komu til somu niðurstøðu, at í Vatnsoyrum var longu somikið nógv, longu leyskeypt frá vetrarbiti, at tað var har vit skuldu byrja. Við hesum verður tað møguligt hjá Vatnsoyrafólkum at fáa tað leingi ynskta miðstaðarøkið mitt í bygdini.

Eftir hetta skal síðan arbeiðast víðari við at vetrarfriða hinar báðar bygdirnar, Miðvág og Sandavág, tað er eingin loyna at hetta ein dýr íløga, og orsøkin til at hetta er kostnaðarmikið, er serliga rættindini til vetrarbit hjá seyði hjá omanfyri liggjandi hagaparti til undirliggjandi bø sambært lóg, afturat hesum kemur stik og rulliportur, arbeiðsløn o.a.

Seyðurin eigur í dag rættin til bit á bønum frá 25. oktober til 14. mai árið eftir, sambært hagalógini.

Tað hava røddir verið frammi um at fáa gjørt lógarbroyting soleiðis at ognararnir/hagapartarnir ikki skuldu hava rætt til nakað endurgjald fyri mist vetrarbit, so at kommunan kundi fáa vetrarfriða fyri ein bíligari penga.

Men so einkult er hetta ikki, rætturin hjá hagapørtunum til vetrarbiti er at meta sum ognarrættur, og hann verður ikki frátikin hagapørtunum/ognarunum bara soleiðis í eini handavending. Endurgjaldið fyri mist vetrarbit á dyrkaðum lendi er í dag 4,80 kr/fermetur, sum annahvørt verður goldin ognarhøgum á konto, fyri hagapartar við landsjørð partvís ella heilt, fer endurgjaldið partvís ella heilt í Búnaðargrunnin, sum so hesir hagapartar kunnu søkja úr aftur eftir ávísum treytum.

Tí átti ein lógarbroyting at verið gjørd av landsmyndugleikunum, soleiðis at tað gjørdist lættari hjá kommununum at ”ognartaka” frá vetrarbiti, uppat bygdum økjum, har í kommunan helt tað vera skilabest og fyri minst útreiðslur fyri kommunukassan.

Í dag hava hagapartarnir buktina og báðar endarnar, fyri hvussu, hvar og hvat skal vetrarfriðast, og tað er eftir mínum tykki ikki rætt.

Og tískil má kommunan í samráðingar við hagapartarnar um, hvussu hetta kann gerast.

Vónandi og væntandi vera hagapartarnir í Vága Kommunu jaligir, hesum viðvíkjandi. Tíðin har seyður og fólk ganga um beinini á hvørjum øðrum, er farin.

Teir hagapartarnir ið hava rættin til vetrarbit á undirliggjandi bø í Vága Kommmunu eru: Fyri bygdina Vatnsoyrar: Norðara Leiti – Fyri bygdina Miðvág: Heimara Leiti, Nípan, Dalurin og Eggin – Fyri bygdina Sandavág: Eyðansstovuhagin, Giljahagi, Dalhagi og Gimbragonga.

Vit á Nýgga Lista skjóta upp at vetrarfriðingin verður gjørd í stigum, so at tað ikki verður so dýrt fyri kommununa og harvið skattaborgaran,og endaliga úrsliti verður øllum at sóma, bæði havaeigarum, sum fáa frið at planta og hagaeigarum sum fáa endurgjald fyri mist vetrarbit, og kunnu brúka tað sum eftir er omanfyri til vetrarbit. Um farið verður so tætt at bygdum øki sum tilber, koma hagapartarnir ikki at missa tað stóra og Vága Kommuna kann fáa vetrarfriðing av bygdunum gjøgnumførda so bíliga sum tilber.

Mítt uppskot er tí at gera hetta í 5 stigum, fyrst Vatnsoyar, sum longu er samtykt, síðan vera hagapartarnir í Miðvági og Sandavági bólkaðir tveir og tveir, at koma til samráðingarborði í senn. Nípan og Dalurin kunnu vetrarfriðast í senn, Heimaraleiti og Eggin í senn, síðan Eyðansstovuhagin og Giljahagi og til seinast Dalhagi og Gimbragonga. Møguliga skal Eyðansstovuhagin viðgerðast sama við Eggini og Heimaraleiti.

Tað er ikki neyðugt at gera tað í hesi rekkjufylgu, men týdningarmikið, at grannahagar vera tiknir í senn, fyri at fáa eitt úrslit, sum munar og sum kan síggjast aftur hjá borgaranum.

Eg havi gjørt eina meting, at um vetrarfriða verður so tætt uppat bygdum øki, frá Ytru Bryggju á Prestlandinum, rundan um Miðvági og rundan um Sandavág og til Úti á Gjógv í Sandavági, kemur tað at kostað áleið 3 milliónir í tilfari og arbeiðsløn og 3 milliónir í endurgjaldi til avvarðandi hagapartar. Men alt hetta stendur og fellur við játtandi svari frá avvarðandi hagapørtunum.

Ein meting hjá býráðnum ella umsitingini, sigur, at tað kostar áleið 10 milliónir at vetrarfriða bygdirnar Vatnsoyrar, Miðvág og Sandavág.

Alt eftir hvussu fíggjarstøðan hjá kommununi verður framyvir, kann vertrarfriðing vera liðug eftir 6 árum, møguliga fyrr um væl stendur til. Men týdningarmiklast er at fáa avtalurnar við hagapartarnar undir land, sum skjótast, so at kommunan kann arbeiða við vetrarfriðingini eftir einum leisti, sum fíggjakarmarnir loyva.

Vetrarfriðing fyllur nógv hjá borgarunum í Vága Kommunu, og tað skilur ein væl, tá hesi fýrbeintu, - sum bara verða forguda, tá kjøti frá teimun kemur angandi út úr ovninum -, hava verið inni í onkrum hava og raserað.

Ein sterkan Nýgga Lista inn í býráðið í Vága Kommunu, so skal okkurt spyrjast burtur úr hesum.

Jan Erik Simonsen, valevni á Nýgga Lista, lista V til býráðsvalið í Vága Kommunu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo