Nú skal tann rustaða brøytin sum hevur staðið uppi í Evighetini seinastu 20 valskeiðini og serliga upp undur kommunval, skiftast út við ein bulldozara sum grevur vegin Tvørgarður / á Ryggi ígjøgnum, uppá minni enn ein mánað.
Koma vit mannsterk inn í býráðið við Nýgga Lista, koma vit avgjørt at arbeiða við hesum og ikki bara arbeiða, men arbeiða hart fram ímóti, at fyrst vegurin sum sambindur Rygg og Tvørgarð saman og síðan skal ein útstykking byrja sum veruliga fer at muna. Byrjast kann við 20 sethúsa grundøkjum beinanvegin.
Bara við at gera vegin úr Tvørgarði og norð til Bónus er pláss fyri áleið 21 sethúsum, bara fram við vegnum.
Við hesum inntrivinum kunnu fáast áleið 40 grundøkir til vega lættliga. Hetta er tað vit kallað eina langtíðarætlan, sum røkkur mong ár fram.
Samstundis er hetta startskotið til at fáa eina samling á Miðvágs bygd. Næsta økið eftir hetta eigur at vera økið merkt við bláum, sum bindur býlingin Norði á Heiðum og restina av bygdini saman.
Valagnið frá seinastu 20 kommunuvalunum skal nú stingast út í kortið ongantíð ov skjótt, helst longu 9. november 2016.
Eg meti hetta at vera líka akutt sum at gera nýggjan kirkjugarð í Sandavági, um also ein ætlan ikki er løgd út í kortið at avtofta Miðvág.
Samstundis sum ein vil gera eitt miðstaðartorg í Miðvági, vil ein ikki hava eina nýggja útstykking beint við. Skilji tann tað, ið skilja tað vil. Eg skilji tað ikki.
Við hesum uppskotinum verður Miðvágur aftur ein kompakt eind. Og kemur at gera Miðvág attraktivan at seta búgv í hjá ungum barnafamiljum.
Ein sterkan Nýgga Lista inn í býráðið í Vága Kommun, so skal okkurt spyrjast burtur úr hesum.
Hetta stendur frammalaga á mínum raðfestingarlista.
Jan Erik Simonsen, valevni á Nýggja Lista, lista V til kommunuvalið í Vága Kommunu 8. november 2016.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo