U17-flogbólts landsliðiðni hjá kvinnum og monnum skula í døgunum 17. – 20. oktober umboða Føroyar í NEVZA-kapping, sum verður í Ikast.
Ikki kann sigast annað enn at SÍ er væl umboða á báðum liðum, við tilsamans 10 leikarum.
Á mans landsliðinum eigur SÍ 6 leikarar: Julian Niclasen, Oskar í Haraldstovu Weihe, Oddur í Haraldstovu Petersen, Jón Weihe Simonsen, Ragnar Weihe, Hjørtur Joensen.
Mótstøðuliðini í bólkaspælinum hjá mans landsliðinum verða Ongland, Danmark, og Noreg.
Á kvinnu landsliðinum eigur SÍ fýra leikarar: Tórunn Kruse, Inga Helena Henriksen, Mona S. Poulsen, Sissal Ellefdóttir.
Kvinnulandsliðið er í bólki saman við Onglandi, Danmark, og Finnlandi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo