Tað var ein feilur í alarmskipanini á Flogvøllinum, sum gjørdi, at terminalurin á flogvøllinum var evakueraður í morgun.
Fólk vóru annars klár at fara umborð á Kepmannahavnar- flogfarið sum skal fara kl 09.00.
Sambært einum ferðafólki, so varð sagt aftaná í hátalaranum, at talan var um venjing.
Men tað var ikki talan um eina venjing, sambært stjóranum í Vága Floghavn, Jákup Sverra Kass.
- Vit høvdu ein feil í alarmskipanini, sum so vísti, at alt riggar sum tað skal, tá ið slíkt hendur, sigur Jákup Sverri Kass við VP.
- Evakueringin gekk skjótt og væl, og flogfarið var seinkað 4 minuttir, sigur hann.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo