Røddin: Í samband við umvhørvisátak hjá Ingmar Valdemarson Á Løgmansbø og John Johannesen skipaði Vága Kunningarstova, í samstarv við teir báðar og Vága Gongufelag, fyri ruddingartúri kring Leitisvatn leygardagin tann 18. september.
Ringt veður elvdi til lítla uppmøting og styttan túr, áleið ein triðing av vatninum. Men hóast tað ruddaðu 8 fólk umleið 21 kilo av plasti, 261 siggaretstubbar og nógv aftrat.
Les meira um umhvørvisátakið her : Dýrkeyptur løtuvinningur - náttúran gerst fátøk
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo