Trý starvsfólk heiðraði fyri drúgva og trúgva tænastu
Fríggjadagin, tann 7. oktober, helt barnagarðurin Miðgarður 5 ára føðingardag.
Dagurin byrjaði við felags morgunmati, síðani spældu børn í Heiðastovu sjónleik. Seinnapartin varð boðið avvarðandi til drekkamunn og lagkøku.
Barnakórið í Miðgarði sang nakrar sangir og síðani blivu tríggjar damur, sum hava starvast, fyrst sum dagrøktarmammur í uml. 25 ár og seinastu 5 árini í Miðgarði, yvir 30 ár tilsamans, heiðraðar við blómutyssi og eini peningagávu frá Vága kommunu. Tað var borgarstjórin, Rósa Samuelsen, sum handaði teimum gávuna.
Tey eldru, sum halda til í kjallaranum í Miðgarði um dagarnar, merktu eisini at føðingardagur var í húsinum.
Fleiri myndir síggjast her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo