Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Í hesum valtíðum hevur Tvørgarðsvegurin verið rættiliga nógv á breddanum. Fleiri eru komin við hugskotum um, hvat gerast skal. Tað, sum eg havi arbeitt fyri, er at binda Tvørgarðsveg saman við Ápramsvegi. Tá eg byrjaði í kommunupolitikki fyri skjótt 8 árum síðan, var ikki nógv í kassanum.

Kommunan bygdi Miðgarð, og eftir tað kom Skúlin á Giljanesi. Eg dugdi skjótt at síggja, at tað fór at verða trupult hjá mær at fáa alt strekkið gjørt í einum, og tí góðtók eg, at strekkið bleiv gjørt yvir fleiri fíggjarár.

Við hesum í huga, haldi eg, at tað er rætt av mær at gera eina lýsing av gongdini á projektinum hetta valskeiðið. Lat ongan iva verða um, at hetta er absolut eitt av mínum stóru hjartamálum. Nú vit eru við endan á hesum valskeiðnum, má eg bara staðfesta, at eg náddi ikki á mál hesuferð. Hinvegin haldi eg, at tað hevur týdning at lýsa, hvat er gjørt, og hvar málið liggur, sum nú er.

2012-2013 – 1. byggistig  bleiv gjørt av  Maskingrevstur v/Allan H. Hansen Sp/f.

29.04.2013- Eg skrivi inn til Tekniskunevnd:
• Eg fari at mæla til at peningurin, sum er settur av til víðari projektering av Tvørgarðsvegnum, verður nýttur til endamálið.

Vinarliga
Marin Sigvaldsdóttir Bláberg

11.07.2013 – Íbúgvar skriva inn um vatntrupulleikar og manglandi parkeringsviðurskifti, sum standast av nýggja vegnum

21.08.2013 – Tekniskanevnd mælir til at fáa skil á vatntrupulleikanum.

12.02.2014 – Eg skrivi inn til kommununa:
• Eg ynski at fáa at vita, hvussu tað gongur við at projektera restina av Tvørgarðsvegi. Um projekteringin er liðug, so ynski eg, at kommunan bjóðar arbeiðið út.

Vinarliga
Marin S. Bláberg

14.02.2014 - Tvey tilmæli, til víðarigerð av Tvørgarðsvegi, eru komin inn.

27.02.2014 – Projekteringin av vegnum er komin inn.

14.03.2014 – 2. byggistig av Tvørgarðsvegi-Ápramsvegi er klárt at bjóða út.

14.03.2014 – Tekniskanevnd mælir til at hoyra grannarnar og bjóða arbeiðið út.

19.03.2014 – Fíggjarnevndin tekur undir við Tekniskunevnd og at bjóða arbeiðið út.

30.04.2014 – Bygdaráðið samtykkir at bjóða arbeiðið út.

02.06.2014 – Ynskir, um at broyta stikkvegir til vegaførðingina, eru komin inn.

20.08.2014 – Eg skrivi inn til Tekniskunevnd:
• Eg ynski at fáa at vita, nær ætlanin er at bjóða 2. byggistig av Tvørgarðsvegnum út. Mær vitandi eru 500.000 kr. lagdar av til endamálið. Vit koma skjótt inn í september mánaða, tí mugu vit arbeiða skjótt nú, um málið skal røkkast.

Vh. Marin S. Bláberg

12.09.2014 – Tekniskanevnd:
Samtykt at taka viðmerkingarnar hjá grannunum til eftirtektar.
Samtykt at kanna hvørt breiddin á stikkvegunum er breið nokk til, at ein størri vøruvognur fær vent inn á vegin.

03.10.2014 – Projektið verður sent til verkfrøðingin til rættingar.

21.08.2015 – Nýggjar tekningar av stikkvegunum eru komnar inn.

21.08.2015 – Tekniskanevnd samtykkir at bjóða arbeiðið út.

08.10.2015 – Eg skrivi inn til kommununa:
• Eg kundi hugsað mær at fingið at vitað, hvat blívur av útbjóðingini av Tvørgarðsvegi. Eg haldi, at um nakað skal gerast í ár, so er tíð at fáa nakað frá hondini nú. Tí er mítt uppskot, at vit bjóða arbeiðið út, ikki sum skjótast, men nú!
 
Vinarliga
Marin S. Bláberg


24.11.2015 –Projektið manglar eina lýsingar- og útbjóðingarætlan. Hon skal gerast.

23.09.2016 – Eg skrivi inn til kommununa:
• Eg vil vita, hvar málið um Tvørgarðsvegin bleiv av. Tað er áleið eitt ár síðan, at Tekniskanevnd avgjørdi, at vegaprojektið skuldi bjóðast út beinanvegin. Sum eg skilji, so hevur vegurin ikki verið umrøddur í Fíggjarnevndini enn. Eg vil hava at vita, hví projektið er steðga. Eg havi arbeitt fyri at fáa hetta gjørt í útvið 8 ár, og haldi eg, at eg havi krav uppá eitt reiðiligt svar.

Vh. Marin S. Bláberg

30.09.2016 – Eg skrivi inn til kommununa:

• Nú er ein vika gingin, hevur tú gloymt at svara mær?

03.10.2016 – Eg skrivi inn til kommununa:

• Tað sær ikki út til, at eg fari at fáa svar. Tí vil eg hava innlit í øll skjøl, sum hoyra til málið.

Vh. Marin S. Bláberg

03.10.2016 – Eg skrivi inn til kommununa:
• Eg ynski at fáa 2. byggistig av Tvørgarðsvegur-Ápramsvegur á skrá í Fíggjarnevndini og Tekniskunevnd. Eg ynski at fáa vegaprojektið boðið út beinavegin og gjørt.

Eg meti, at nóg nógv hevur verið drálað hesum viðvíkjandi. Vegaprojektið tænir ikki bara borgarum á Tvørgarði, men tænir hinvegin øllum borgarum í bygdini. Vit kunnu við hesum fáa skúlabørn av høvuðsvegnum, eins og vit fáa eina aðra æðr enn høvuðsvegin. Vit hava nú í fleiri ár lagt pening av til projektið, men enn er bara 1. byggistig byrjað. Hetta meti eg als ikki vera nøktandi. Borgarar í Miðvági hava tey seinastu átta árini lisið í bóklinginum frá kommununi, at Tvørgarðsvegur-Ápramsvegur skal gerast, men enn er bara ein lítil partur fingin av skafti. Eg eri rættiliga troytt av at blíva við at júka um nakað, sum flestu politikarar eru einigir um. Tí ynski eg at fáa ein enda á hesum og ongantíð ov skjótt.

Vh. Marin S. Báberg

14.10.2016 – Boð frá umsitingini:
Útbjóðingartilfarið er pr. 2016 klárt. Arbeiðið er ikki boðið út.
Marin Bláberg ynskir at umrøða málið.
Avgerð frá Tekniskunevnd: Samtykt at bjóða arbeiðið út.

Eg veit væl, at umsitingin hevur sera nógv at gera, og eg havi fulla virðing fyri teirra arbeiði. Hinvegin, so meti eg, at tíðin er komin til at endurskoða, hví mál taka so drúgva tíð. Um so er, at arbeiðsbyrðan er ov stór, so kanska mann átti at umhugsað at sett fleiri starvsfólk fyri at fáa betri nøgdsemi. Einki er so troyttandi, sum ikki at náa tað, mann ætlar sær.

Tá tað so er sagt, so má eg endurtaka, at eg haldi, at arbeiðið hevur tikið alt ov drúgva tíð. Eg havi nú í fleiri ár bæði munnliga og skrivliga roynt mítt besta fyri at náa málinum. Um eg fái møguleikan, so gevist eg ikki fyrr enn liðugt er. Sum orðatakið sigur: Einki er liðugt, fyrr enn alt er liðugt. Vónandi verður Tvørgarðsvegur ikki jólatrøll aftur hesuferð. Livst so spyrt.

Marin Sigvaldsdóttir Bláberg
Valevni á lista B - Trivnaðarlistin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo