Viðvíkjandi dagføringini av skúlanum, sum byrjaði í 2008, so hevur eingin ósemja verið um nakað sum helst hesi valskeiðini. Vit hava kunnað tosað okkum til sættis um alt. Tí eru vit komin so fyrimyndarliga langt ávegis, sum vit eru. Vilt tú í politikki, at als einki skal henda, so er bara at skapa ósemju og øsing.
So hendir absalutt einki.
Tað er tað, ið við er at henda í samband við høllina í okkara kommunu. Hon kann fáa somu lagnu sum musikkskúlin í Havn, sum er vorðin ein politisk kastibløka.
Í samband við dagføringina, so hevur høllin og glasbygningarnir, sum eru knýttir at henni, verið síðsta og endaliga stigið á leiðini. Tí hava alternativir møguleikar at hækka og breiðka høllina verið gjørdir á tekniborðinum fyri fleiri árum síðani.
Fyri at komandi bygdaráð skal vera ílatið til at taka endaliga støðu, skipaði undirritaði fyri fundi millum ráðgevandi fyritøkuna Fuglark og bygdaráðslimirnar, har semja var um, at ráðgevin skuldi geva okkum eina kostnaðarmeting við trimum møguleikum alt eftir, hvussu stórur fráleikin var millum baklinjuna og veggin, tað, sum kallað verður servuøkið í flogbólti. Frástøðan skuldi vera 3 m,5 m ella 8 m. Høllin skuldi eisini vera 8m høg, sum er 1 m hægri, enn kravt verður.
Kostnaðarmetingarnar eru hægri, enn mett var fyri árum síðani, men sum marknaðarstøðan er í dag,er hetta gjørt eftir bestu sannføring, sigur ráðgevin. Ein høll við 3 m servufelti verður mett til
13,6 mió. 5 m servufelt til 17,3 mió. og 8 m felti til 22,4 mió. kr. Út frá hesum fermetraprísum snávar prísurin á einari ítróttarhøll ikki undir 40 mió. kr.
Í hesum arbeiði hevur eingin fjald dagsskrá verið. Komandi bygdaráð hevur tveir møguleikar við hesi høllini, sum báðir, um alt gongur væl, kunnu setast í verk síðst í hesum valskeiði, um alt gongur til vildar, men tað verður tungt.
Annaðhvørt samtykkir man hetta alternativið ella hitt, at tekjan og glasbygningurin verða skift og umvæld og einki meira. So hava vit tað somu høllina, sum bygd var í 1989.
Vit megna at útbyggja verandi høll, um samtykt verður at gera tað, ið hvussu er tað minstu. Gongur tað sum ætlað, so verða stórar íløgur gjørdar í kommununi í 2017. So verður neyðugt at steðga eitt sindur á í 2018, meðan styrkt verður um kommunukassan peningaliga.
Í 2019 skuldi borið til at projekterað høllina, og í besta føri, og eg sigi í besta føri, byrja at byggja í 2019.
At fløkja heldur enn at greiða, er aðalmálið hjá summum. At flyta fokus er eisini væl kent fyribrygdi í politikki, serliga hjá teimum, sum hava lítið at borðreiða við. Hyggi bara eftir Donald Trump og Brexit atkvøðugreiðsluni í Bretlandi.
Í staðin fyri at siga, hvat hevur verið teirra hjartamál í hesum valskeiði og hvat teir hava gjørt, so gartera tveir bygdaráðslimir um eina ítróttarhøll.
Tað ljóðar, sum teir hava ligið í andvekri megin partin av valskeiðnum, tí arbeitt hevur verið so dúgliga við sveittabrot allan sólarkringin.
Soleiðis er ikki. Ítróttarhøllin hevur ongantíð verið á dagsskrá, og tað finst ikki ein bókstavur um høllina niðri á kommunuskrivstovuni, sum hesir báðir hava framleitt í hesum valskeiði.
Ei heldur hevur nøkur staðseting verið nevnd, eins og tíðarætlan og fíggjingarmøguleikar heldur ikk hava verið nevndir.
Mítt størsta ynski er, at komandi bygdaráð finnur eina breiða semju um høllina. Og hon skal bera seg fíggjarliga.
Sune Jacobsen
Borgarstjóri í Sørvágs kommunu
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo