Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Í spillivatnskunngerðini frá 2009 var álagt kommununum í Føroyum at fáa spillivatnsviðurskiftini í rættlag innan 2015.

Fyri góðum hálvum ári síðani boðaði Umhvørvisstovan frá, at bert 4 av 30 kommunum í Føroyum hava fingið spillivatnsviðurskiftini í rættlag.

Fleiri vóru væl áleiðis, soleiðis at innan fimm ár skuldi talið av kommunum, ið eru lidnar, verið komið upp á 19.

Sørvágs kommuna upplýsti, at arbeiðið er í gongd, og verður væntandi liðugt um 10-20 ár, alt eftir, hvussu nógv tey eru før fyri at seta av til spillivatnsøkið.

Um kloakkviðurskiftini eru í ordan ella ikki, sæst ikki serliga væl aftur. Eingin reistur varði sæst eftir fráfarandi bý- og bygdaráðum, sum brúka nóg nógvan pening upp á kloakkir. Helst er hetta orsøkin til, at kloakkirnar bert eru ein viðfáningur hjá fleiri kommunum.

Kommunur hava óivað verið førar fyri at seta meira pening av til spillivatnsøkið, men hava ikki raðfest tað. Peningurin hevur heldur verið brúktur til annað, ið er meira sjónligt.

Eg dugi ikki at siga, hvussu nógv okkara kommuna hevur brúkt til hetta arbeiði síðstu árini.

Men spurningurin er, um vit bara skulu sláa okkum til tols og bíða 10-20 ár afturat, innan vit fáa eitt reinari umhvørvi?

Er tað sømiligt, at vit bíða so leingi og geva t.d. rottuni góð livilíkindi at trívast?

Eiga vit ikki at skunda okkum meir, so vit við góðari samvitsu kunnu lata børn okkara spæla í áunum í bygdunum?

Eitt bygdaráð eigur at sýna fyrilit fyri umhvørvinum og tryggja borgarunum reinar bygdir og áir.

Aimé Jacobsen - valevni á lista A

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo