Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Í morgin, mánadagin, er ætlanin at fara at grava á Lítla Fløtti, økið beint omanfyri bygdaskúlan í Miðvági.

Ein av listunum til býráðsvali bjóðar enntá fólki at koma at vera við. Eg fari ikki!

Lítlifløttur liggur snøggur og grønur í dag. Tað skal ikki farast langt frá honum fyri at finna okkurt, ið ikki liggur snøgt og pent:

- Fram við niðaru síðu á fótbóltsvøllinum er ikki gangandi.

- Spæliplássiði og økið sunnanfyri vøllin er ein stór skomm.

- Gøtan undir Kumlum er ikki meir enn hálvliðug, har stinga rør út undan bakkanum, fjørðan er skitin og full av gróti og skráarnir eru ófantaligir.

- Spuliplenan liggur sum ein skendsul uppat gomlu brúnni.

- Tvey kloakkrør renna oman á sandin, har skúlabørnini og børnini í frítíðarskúlanum spæla hvønn dag.

Eg kundi farið víðari, tað er ovmikið at tríva í, sum ikki er gjørt liðugt í MIðvági.

Lítli Fløttur kann bíða, tí helst kemur hann eisini at liggja hálvgjørdur og óliðugur í áravís.

Og so er tað ætlanin um at flyta Miðvág longur norð og steðga vøkstrinum av bygdini.

Nú um dagarnar kunngjørdi kommunan, at økið Norðan fyri Heiðarnar skuldið gerast byggibúgvi.

Vit vóru nøkur, ið tóku stig til at savna undirskriftir móti hesum ørvitisprosjekti, 321 borgarar her skrivaðu undir teir 10 dagarnar, skrivið lág í FK og Bónus, umframt at nógv skrivaðu beinleiðis til kommununa.

Við hesi ætlan steðgar vøksturin av Miðvági; har fer ongin at vilja byggja, tey far heldur at byggja aðrastaðnis, tí ongin vil byggja longur burt frá bygdini.

Hatta øki kemur at liggja óbygt, fólk fara heldur at byggja við Stóraklett í Sandavági og í øðrum kommunum.

Við Stóraklett er eitt framúr gott øki at savna Sandavág við, hví gera júst tað øvugta í Miðvági?

Vilja tit steðga vøkstrinum her?

So tit, sum sita eina løtu afturat í býráðnum: Steðgi við at seta hesi ørvitisarbeiðir í gongd. Tit koma at vera ámint um hesar býttleikar.

Annars er tað hugstoytt at síggja arkitektin hjá kommununi forsvara kirkjugarðsætlanini í Sandavági á VP.

Hann skal sjálvandi, sum hann sjálvur sigur, forsvara sítt bestilta arbeiði.

Men tað er hugstoytt at hoyra frá honum, og onki at hoyra frá borgarstjóranum og býráðnum annars.

Bara hondlangarnir hoyrast.

Napolion Magnussen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo